Eggja til arbeiði undir lestrinum

Eggja til arbeiði undir lestrinum
Løgtingið hevur samtykt at hækka markið fyri, hvussu nógv lesandi kunnu forvinna, áðrenn tað verður mótroknað í lestrarstuðlinum
20.11.2026 - 19:12

 - Inntøkurnar røkka ikki til tær veruligu útreiðslurnar. Serliga er tað íbúðargjald ella matkostnaður, sum er eru ov dýr.

Tað sigur Finn Haraldson, kassameistari í Ráð teirra lesandi á Setrinum. 

Mikudagin samtykti løgtingið einmælt eitt uppskot, sum hækkar markið fyri, hvussu nógv lesandi kunnu forvinna, áðrenn tað verður mótroknað í lestrarstuðlinum, úr 20 túsund krónum upp í 30 túsund krónur um mánaðin.

 - Tá vit vóru í hoyring, tá tóku vit undir við tí, bara tí, at tað gagnar nøkrum næmingum. Men sum eitt signal til lesandi sum heild, so er tað tað skeiva, tí nú sigur mann, at tú kanst gott forvinna 30 túsund krónur um mánaðin, og tað merkir so, at so hevur mann tað minni tíð at lesa.

Rektarin á Fróðskaparsetrinum sigur, at í grundini er lesturin fulla tíð.

 - Tey flestu lesandi á Fróðskaparsetrinum lesa fulla tíð. Tað eru eisini tey, sum kunnu fáa stuðul frá Studna. Tað merkir, at vit hava lagt leturin til rættis, soleiðis at tey brúka 40 tímar um vikuna upp á at lesa. Mann skal koma til undirvísing, fyrireika seg, gera uppgávur og so víðari.

 

Sí innslag úr Degi og viku.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 20. november
Vikuskiftið 20 nov 2026
216752
Fríggjadag 20. november
LEITISSTEIN 20.11.2026 (Linda Andrews)
216750
Fríggjadag 20. november
Breddin: Leigubústaðir og skattafyrimunir
216730
Fríggjadag 20. november
Beinleiðis úr Studio 5 - Nettupp
216723
Fríggjadag 20. november
RagnarRokk:Chris Flynn um Dreams of the Disappeared
215804
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 20. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216714
Fríggjadag 20. november
Veðrið
216748
Hósdag 19. november
Veðrið
216688
Hósdag 19. november
Silja millum strokini
216631
Mikudag 18. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216592