- Tíðindi, mentan og ítróttur
Íslendsk sjófólk eru undir FAS

Íslendsk sjófólk rinda skatt í Føroyum, hóast tey sigla við íslendskum farmaskipum og fáa hýru í íslendskum krónum.

Lógin um íslendska altjóða skipaskráseting virkar ikki. Og tí gjalda íslendskir sjómenn skatt í Føroyum. Tað skrivar íslendska Morgunblaðið.

Fyri skip, sum eru skrásett í FAS, Føroysku altjóða skipaskránni, hevur verið galdandi síðani 2009, at sjófólkið rindar føroyska landskassanum 35 prosent í skatti. Síðani fær reiðaríið tey 35 prosentini aftur frá landskassanum.

Skipini hjá Samskipum, sum sigla millum Ísland og havnir í Evropa, eru skrásett í FAS. Skipini hjá Eimskipum eru skrásett í Antigua og Barbuda í Karibiahavi.

Bæði skipafeløgini hava dótturfeløg í Føroyum.

Morgunblaðið skrivar, at lógin um íslendska altjóða skipaskrá riggar ikki. Tí eru íslendsku farmaskipini skrásett í øðrum londum.