Ákæruvaldið kærir ikki dómin

Ákæruvaldið kærir ikki dómin
Anders Behring Breivik er dømdur 21 ára fongsul, og dómurin fær rættargildi longu í dag. Breivik kann í prinsippinum sita lívlanga fongsulsrevsing
Hvørki ákæruvaldið ella verjarnir hjá Anders Behring Breivik kæra dómin um 21 ára fongsul.

24.08.2012 - 16:05

Norska ákæruvaldið fer seinni í dag at kunngera, at tað fer ikki at kæra dómin, sum hópdrápsmaðurin, Anders Behring Breivik, fekk í rættinum í Oslo fyrrapartin.

Tað skrivar Aftenposten.

Sostatt kemur dómurin um 21 ára fongsul longu í gildi í dag. Verjarnir hjá Breivik hava sagt, at teir kæra ikki, tí dómurin staðfestir, at Breivik var við sítt fulla vit, tá hann framdi atsóknirnar 22. juli í fjør. Og tað er júst tað, sum Breivik ynskti, at dómurin segði.

Kann fáa lívstíð

At Anders Behring Breivik er dømdur 21 ár í "forvaring," sum tað eitur á rættarmáli, merkir, at hann í prinsippinum kann sita í fongsli fyri lívið. Lívlong fongsulsrevsing er ikki í gildi í Noregi longur. Útgangsstøðið er 21 ár, men longu um 10 ár skal dómurin metast av nýggjum. Síðani kann revsingin verða longd í óavmarkaða tíð, men fimm ár í senn.

Ákæruvaldið hevur tvær vikur at umhugsa, um dómurin skal kærast, men Aftenposten skrivar, at ákæruvaldið fer longu seinni í dag at kunngera, at dómurin verður ikki skotin inn fyri hægri rætt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 23. apríl
Kvørnin: "Wolfgang"
207484
Hósdag 23. apríl
Nýtt ljóð
207476
Hósdag 23. apríl
Breddin: Virkin deyðshjálp
207458
Hósdag 23. apríl
Morgunlestur hósdagur 23.apríl 2026
207137
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 23. apríl
Sært tú fuglin? III 2:4
207489
Hósdag 23. apríl
Veðrið
207480
Mikudag 22. apríl
Kakumiks 2 (5:7) - teknmálstulkað
207402
Mikudag 22. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207395