- Tíðindi, mentan og ítróttur
Her sendi seglbáturin Rzeszowiak út neyðarkall

Í morgun klokkan 07:41 fekk MRCC/Tórshavnradio eitt neyðarkall yvir satelitt frá pólska seglbátinum Rzeszowiak, sum er ein 14 metrar langur seglbátur, ið er skrásettur í Gdansk í Pólandi.

Fyrsta neyðarkallið kom yvir satelitt, men seinni í morgun hoyrdist báturin senda neyðarkall yvir VHF-in. Tórshavnradio fekk tó ikki samband við bátin, tí hann hoyrdist bert í brotum.

Veðrið á staðnum er sera vánaligt. DMI hevur gjørt útrokning fyri økið, og teir meta alduna at vera 12 metur høga. Við so høgari aldu er eisini trupult hjá bjargingarfólkum at fáa manningina av bátinum.

Trupult veður fyri bjargingartyrlurnar

Føroyska bjargingartyrlan kom til bátin klokkan 10:45, men fekk fyri veðrinum einki gjørt um tað mundið. Tá tyrlan hevði verið so leingi á leiðini, sum brennievnið røkkur til, mátti tyrlan at venda við aftur.

Tyrlan hjá donsku sjóverjuni, sum eisini luttekur í bjargingararbeiðnum, loysti føroysku bjargingartyrluna av, men eisini hon varð noydd at venda aftur, sigur Edvard Bjarnason á MRCC Tórshavn.

Hin føroyska tyrlan hjá Atlantsflogi varð um middagsleitið eisini gjørd klár, so hon kundi luttaka í bjargingararbeiðnum, segði Edvard Bjarnason frá MRCC Tórshavn við útvarpið klokkan 12:20.

Ein persónur uttan vit í bátinum

Tann fyrsta tyrlan, sum í morgun kom til seglbátin Rzeszowiak fekk lorað ein hondbornan VHF umborð á pólska seglbátin, so tyrlumanningin fekk samskift við manningina umborð.

Sambært MRCC, so hevði ein persónur á pólska seglbátinum fingið skaða. Edvard Bjarnason sigur við útvarpið, at eftir tí, sum fólkini á seglbátinum hava upplýst fyri tyrlumanningini, so er ein persónur uttan vit.

Tyrluflogskiparar hjá Atlantsflogi, sum hava verið hjá bátinum, halda ikki, at báturin er farin so illani í ódnarveðrinum, at vandi í løtuni er fyri at seglbáturin fer at søkka.

Vaktar- og bjargingarskipið Brimil, verður væntandi hjá seglskipinum Rzeszowiak einaferð millum klokkan 17 og 18 seinnapartin.