- Tíðindi, mentan og ítróttur
Klaksvík 10 mió. kr. bíligari at reka næsta ár

Býráðið í Klaksvík væntar, at 148,5 milliónir krónur koma í kommunukassan næsta ár. Hetta eru góðar tvær milliónir minni enn í fíggjarætlanini fyri verandi fíggjarár.

Raksturin er settur at vera 10 milliónir biligari enn í ár, 102 milliónir sambært uppskoti um fíggjarkarm fyri 2013. Roknað er við 7,5 milliónum í rentum og fimm milliónum í avdráttum næsta ár.

Sambært fyrsta uppskotinum um fíggjarætlan fyri Klaksvíkar kommunu næsta ár, skulu íløgur gerast fyri 33,4 milliónir. Tað er tað sama sum ár. Býráðið í Klaksvík viðgjørdi fíggjarætlanina á býráðsfundi í gjár.