- Tíðindi, mentan og ítróttur
Liberali flokkurin vann valið í Niðurlondum

Liberali flokkurin í Niðurlondum vann tjóðartingsvalið í gjár, samstundis sum teir mest ivasamu flokkarnir ímóti ES og innflytarum fingu ein frammaná.

Liberali flokkurin, sum eisini hevur stjórnarvaldið nú, fekk 41 av teimum 150 sessunum í tjóðartinginum. Næststørsti flokkur gjørdist Javnaðarflokkurin við 39 sessum.

Fer undir stjórnartingingar í dag

Mark Rutte, forsætisráðharri og formaður í Liberala flokkinum, segði eftir valsigurin, at hann longu í dag fer undir at skipa stjórn. Hann vildi kortini einki siga um, hvønn flokk hann fyrst fer at tosa við, men eygleiðarar vænta, at hann fer at tosa við Javnaðarflokkin, tí niðurlendska stjórnin noyðist at fremja stórar sparingar fyri at ganga krøvunum frá ES á møti.

Misti aðru hvørja atkvøðu

Frælsisflokkurin hjá Geert Wilders, sum er ímóti innflytarum, misti nærum aðru hvørja atkvøðu, og talan var um ein frammaná, eftir at flokkurin í valstr´ðnum hvassliga hevur funnist at ES og tí sum fer fram í Bruxelles. Eisini aðrir flokkar, sum eru ímóti ES, høvdu afturgongd.