Seta vatntangar upp við Norðskálatunnilin

Seta vatntangar upp við Norðskálatunnilin
Gamli brandbilurin við streymin tekur bara 1200 tons av vatni, og tí verða tangar settir upp við báðar tunnilsmunnarnar
Vatntangar verða nú settar upp við báðar munnarnar í Norðskálatunlinum at vera tøkir, um eldur kemur í.

17.09.2012 - 14:53

Landsverk er í ferð við at seta upp vatntangar uttan fyri báðar tunnilsmunnarnar í Norðskálatunlinum, ið skulu tryggja, at nóg mikið av vatni er tøkt, um eldsbruni tekur seg upp inni í tunnlinum.

Hetta hevur beinleiðis samband við gamla sløkkiliðsbilin á Oyrarbakka, ið tekur ov lítið til at klára at sløkkja ein eldsbruna inni í tunnlinum.

Tekur bara 1200 tons

Tilbúgvingarætlanin fyri tunnilin sigur, at bilurin skal taka í minsta lagi 3000 tons av vatni, tí einki vatn er lagt í tunnlin. Gamli brandbilurin við Streymin tekur einans 1200 tons.

Heini Eysturoy, leiðari á deildini fyri undirstøðukervi hjá Landsverki, sigur, at teir nú gera eina loysn fyri at útvega nóg nógv vatn í sambandi við eldsbruna. Landsverk setur upp tveir vatntangar, 10 rúmmetrar hvør, sum sløkkiliðini báðu megin tunnilin kunnu brúka, tá eldur verður sløktur.

Tangarnir taka vatn úr áunum har um leiðir. Vatnið í tangunum skal eisini brúkast til reingerðararbeiði inni í tunlinum, sigur Heini Eysturoy.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 24. november
Silja millum strokini - teknmálstulkað
216928
Týsdag 24. november
Veðrið
216915
Mánadag 23. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216867
Mánadag 23. november
Veðrið
216858
Sunnudag 22. november
Jóla- og stuðulskonsert hjá Barnabata 2026
216851