- Tíðindi, mentan og ítróttur
Marknagil: Samráðast nú við byggifyritøkur

Landsverk er farið undir samráðingarnar við tey, sum hava boðið upp á arbeiðið at gera skúladepilin í Marknagili, fyri at vita, um til ber at spara tær 80-90 milliónir krónurnar, sum Landsverk metir, at tað ber til at finna.

Tilboðini nógv hægri

Samráðingarnar byrjaðu í farnu viku, upplýsir Heini Trónd Hansen, verkætlanarleiðari hjá Landsverki. Tilboðini, sum vórðu latin upp tann 28. august, lógu væl oman fyri lægstu tilboðini. Munurin var 155 milliónir krónur.

Landsverk hevur heitt á tey, sum hava boðið upp á arbeiðstøkurnar, um at standa við tilboðini, meðan arbeitt verður víðari við málinum. TG Verk átti lægstu boðini í fimm av teimum níggju arbeiðstøkunum, sum vórðu boðin út.

Lidnir í november

Høgni Lauritsen, stjóri í TG verk, sigur, at TG Verk hevur játtað at standa við tilboðini. og er tí farið í samráðingar við Landsverk. Innleiðandi samráðingarumfarið byrjaði hósdagin í farnu viku.

Høgni Lauritsen vil tó ikki siga nakað ítøkiligt um sjálvar samráðingarnar enn. Landsverk miðar eftir, at samráðingarnar eru lidnar um miðjan november, tá tilmælið ætlandi verður latið ánaranum, sum er Mentamálaráðið.

391 mió. kr.

Í verklagslógini, sum løgtingið samtykti í 2008, vórðu 391 milliónir krónur játtaðar til Marknagilsdepilin, umframt aðrar 60 til innbúgv og aðra útgerð. Heini Trónd Hansen, verkætlanarleiðari hjá Landsverki, sigur, at málið er framvegis at røkka niður um karmarnar í verklagslógini.