- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fíggjarlógin til viðgerðar fyrrapartin

Løgtingið fer fyrrapartin undir at viðgera uppskotið til fíggjarlóg fyri 2013.

Sambært fíggjarlógaruppskotinum verða inntøkurnar hjá landskassanum 4 milliardir og 538 milliónir krónur næsta ár. Tá eru 120 milliónir krónur í nýggjum tilfeingisgjaldi frá fiski- og alivinnuni íroknaðar.

Næsta ár verða útreiðslurnar 4 milliardir og 792 milliónir krónur. Sostatt verður undirskotið 253 milliónir krónur næsta ár.

Við fíggjarlógaruppskotinum fyri 2013 eru løgd fram 22 lógaruppskot. Enn er lógaruppskotið, ið heimilar landsstýrinum at krevja inn tilfeingisgjald næsta ár, ikki lagt fram.

Tingfundurin byrjar klokkan hálvgum tíggju.