Brynja seg til EM við norðurlendskari toppmótstøðu

Brynja seg til EM við norðurlendskari toppmótstøðu
EM-endaspælið nærkast av álvara, og sum liður í fyrireikingunum eru føroysku kvinnurnar komnar heim at venja, áðrenn venjingardystir ímóti Norra og Danmark eru á skránni
23.11.2026 - 21:26

Føroysku hondbóltskvinnurnar vandu í dag fyri fyrstu ferð undan EM-upphitingardystunum ímóti Norra og Danmark seinni í vikuni.

Harða mótstøðan er liður í fyrireikingunum til EM-endaspælið í desember, har mótstøðuliðini vera Ukraina, Frakland og Pólland.

 - Vit eru allar øgiliga spentar, og gleða okkum bara at koma í gongd við venjingardystirnar fyrst og fremst, segði Jana Mittún.

Jana Mittún og fleiri av hinum á landsliðnum skulu royna seg til endaspæl fyri triðju ferð, men kortini merkist tað, at bólakspælið í pólska býnum Katowice stendur fyri durum.

 - Ja, vit merkja, at tað nærkast. Vit hava havt tvær samlingar fyri ikki so langari tíð síðan, sum hava leitt til hesa, og ongin kvalifikatiónskapping hevur verið, so nú er gott at vera her og vita, at týðandi dystirnar koma, segði Pernille Brandenborg við 3-2.

 

Brynja seg til EM við toppmótstøðu

Føroyar fingu góð úrslit í venjingardystunum ímóti Eysturríki í oktober, men nú bíðar norðurlendsk toppmótstøða í Norra og Danmark. Venjingin í dag og tann í morgin, skulu brúkast til at fyrireika seg til teir báðar dystirnar við EM-endaspælinum í huga.

 - Tað er jú EM-endaspælið, sum vit fyrst og fremst fyrireika okkum til. Eg vænti, at vit kunnu læra rættiliga nógv av hesum dystunum. Vit koma í hvussu er at møta eini øgiliga sterkari verju, so vit skulu taka tað við til endaspælið í desember, segði Jana Mittún.

Føroyar spæla ímóti Norra hósdagin og Danmark leygardagin.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 23. november
Norðurljóð 23.november 2026
216515
Sunnudag 22. november
Bolero 22. november 2026
216781
Sunnudag 22. november
Guðstænasta út Gøtu kirkju
216780
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 23. november
Veðrið
216858
Sunnudag 22. november
Jóla- og stuðulskonsert hjá Barnabata 2026
216851
Sunnudag 22. november
Andaktin
216792
Sunnudag 22. november
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
216793
Fríggjadag 20. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216714