Vilja hava tunnil til Seyðisfjarðar

Vilja hava tunnil til Seyðisfjarðar
Uppskot er lagt fyri altingið um at fyrireika tunnil til Seyðisfjarðar. Uppskotsstillararnir siga, at tunnilin fær eisini týdning fyri Norrønu
Uppskotsstillararnir vísa á, at tað kemur alt ov ofta fyri, at farmur við Norrønu liggur veðurfastur í Seyðisfirði.

24.10.2012 - 09:52

Seks tinglimir í íslendska altinginum, umboðandi Sjálfstæðisflokkin, Framsóknarflokkin og Samfylkingina, hava lagt uppskot fyri Altingið um at fara undir fyrireikingar at bora tunnil til Seyðisfjarðar.

Tinglimirnir vísa á stóra tørvin at bøta um farleiðina um Fjarðarheiðina, sum økið verður kallað. Víst verður á, at tá arbeiðið at bora tunnil til Norðfjarðar er liðugt um eitt ella tvey ár, er Seyðisfjørður einasta pláss eftir í landinum, ið ikki hevur trygga farleið út á íslendska vegakervið.

Tinglimirnir heita tí at ráðharran um at fara undir tunnilin til Seyðisfjarðar, so skjótt sum tunnilin til Norðfjarðar er liðugur.

Ótíðarhóskandi farleið

Í uppskotinum verður víst á, at vegurin millum Seyðisfjørð og Egilsstaðir, sum fer upp í 620 metra hædd, er ótíðarhóskandi. Tað ber ikki til, at vegurin á vetrartíð kann verða stongdur í fleiri dagar. Teinurin er so trupul at koyra eftir í kulda og myrkri, at mong halda seg aftur, siga uppskotsstillararnir.

Eisini verður víst á, at Seyðisfjørður er portrið hjá Eysturlandinum út í Evropa við ferðasambandinum hjá Norrønu. Í uppskotinum siga tingfólkini, at tey, ið flyta farm við Norrønu, mugu hava álit á, at tað slepst aftur og fram til Seyðisfjarðar. Tað kemur alt ov ofta fyri, at farmur við Norrønu liggur veðurfastur í Seyðisfirði.

Tunnilin fer eisini hava stóran týdning fyri seyðisfirðingar, sum eru bundnir av heilsutilboðum, skúlatilboðum og øðrum almennum tilboðum í grannabýnum Egilsstøðum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 22. juni
RagnarRokk: Aslak Bjørn um Bauta
209100
Mánadag 22. juni
Morgunlestur mánadagur 22.juni 2026
209938
Sunnudag 21. juni
Bolero 21. juni 2026
209994
Sunnudag 21. juni
Guðstænasta í Vágs kirkju
209984
Leygardag 20. juni
Radio Stjernekilde - Partur 5
209131
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980
Leygardag 20. juni
Video: 10mf, jóansøka 2026
209976
Leygardag 20. juni
Video: 6mf kvinnur, jóansøka 2026
209974