Fiska aftur makrel í grønlendskum sjógvi

Fiska aftur makrel í grønlendskum sjógvi
Fýra føroysk skip eru á leiðunum eystan fyri Grønland, tvey grønlendsk og tvey kinesisk
Fýra skip eru á makrelfeltinum eystan fyri Grønland, tvey grønlendsk og tvey kinesisk. Og fleiri skip eru væntandi hagar.
 
05.07.2013 - 09:15
Hóast Grønland als ikki telur við sum strandarland, og tí heldur ikki er við, tá strandarlondini býta makrelin, verður makrelur aftur í ár fiskaður í grønlendskum sjógvi.
 
Íslendska fiskivinnublaðið Fiskifréttir veit at siga, at fýra skip eru á makrelfeltinum eystan fyri Grønland, tvey grønlendsk og tvey kinesisk. Og fleiri skip eru væntandi hagar. Polar Amaroq, sum íslendingar eiga triðingin av, er komið á fiskileið í grønlendskum sjógvi . 
 
Einasta grønlendska uppsjóvarskipið, Erika, varð selt til Afrika fyrr í ár. Í staðin fyri keypti reiðaríið, East Greenland Codfish, sum nú eitur Polar Pelagic, eitt størri skip úr Noregi. Tað var Eros, sum nú eitur Polar Amaroq.  Skiparin á Polar Amaroq er íslendingur. 
 
Møguliga fara íslendsk skip eisini at fiska makrel í íslendskum sjógvi.
 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Týsdag 6. oktober
Vitan
214349
Mánadag 5. oktober
RagnarRokk: Felix Heldt um Night is Calling
214012
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391
Týsdag 6. oktober
Fótbóltur: Kasakstan - Føroyar
214384
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342