Føroyar vunnið gull í borðtennis

Føroyar vunnið gull í borðtennis
Henrietta Nielsen hevur vunnið gull í einmansleiki hjá kvinnum, og Føroyar hava eisini vunnið gull í blandaðum tvímansleiki
Føroyskir borðtennisleikarar fingu góð úrslit í kapping í Íslandi.
Mynd: Savnsmynd  
 
10.07.2013 - 13:45

Í blandaðum tvímansleiki vunnu Henrietta Nielsen og Hallur Thorsteinsson 4-1 á einum pari úr Jútlandi.

Borðtennis er ikki við sum ítrótt á oyggjaleikunum á Bermuda. Tískil hevur verið skipað fyri alternativum oyggjaleikum í borðtennis í Íslandi.

 

Íslendska A-landsliðið

Íslendska A-landsliðið hjá monnum vann kappingina Arctic Table Tennis Championship. Føroyar gjørdust nummar 2, eitt úrvalslið úr Jútlandi varð nummar 3, og Grønland gjørdist nummar 4.

Føroysku kvinnurnar gjørdust nummar 4 í liðkappingini. Á liðnum vóru umframt Henriettu Nielsen, sum spælir í danska felagnum SISU-MBK, eisini Anna Mikkjalsdóttir úr TBF og Durita Jensen úr TÓR.

 

Á A-landsliðnum hjá monnum, ið vann silvur, vóru Hallur Thorsteinsson, Pætur Albinus og Peter Niclasen, allir úr TÓR.

 

Kapping var eisini fyri leikarar U-12, og har vann Hanus Sørensen úr TÓR silvur.

 

Eftir ætlan verður kappingin Arctic Table Tennis Championship hildin í Føroyum næsta ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541