ES vil hava føroyingar til samráðingarborðið sum skjótast

ES vil hava føroyingar til samráðingarborðið sum skjótast
ES vil hava Føroyar aftur til samráðingarborðið fyri at loysa trætuna um norðhavssildina
ES-kommisserurin, Maria Damanaki, ynskir samráðingar við føroyingar skjótast tilber.
 
12.07.2013 - 13:00

Tað ger Maria Damanaki, fiskivinnukommiserur, greitt í brævi, sum varð sent Jacobi Vestergaard, landsstýrismanni í fiskivinnumálum, í gjár, og sum Kringvarpið hevur fingið innlit í.

Annars er lítið nýtt at frætta í brævinum.

Jacob Vestergaard hevur gjørt greitt, at tey 17 prosentini, sum Føroyar hava ásett sær í ár, verða grundarlag fyri samráðingum, sum Føroyar kunnu vera nøgdar við. Í stutta brævinum svarar Damanaki, at ES er sinnað at samráðast skjótast tilber.

Føroyska sildakvotan í ár er 17 prosent av tí, sum fiskifrøðingar halda er ráðiligt at fiska í ár. Hini londini siga, at Føroyar eiga 5,2 prosent.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 4. oktober
Møti í Filadelfia í Gøtu
214246
Sunnudag 4. oktober
Guðstænasta í Gøtu kirkju
214240
Leygardag 3. oktober
Plátupanelið #42 (1996)
214225
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162