Flogbóltur: Vunnu 3-0 á Grønlandi

Flogbóltur: Vunnu 3-0 á Grønlandi
Føroyska kvinnuflogbóltslandsliðið fekk í dag eina frálíka byrjan. Tær vunnu sannførandi 3-0 á Grønlandi
Føroyska flogbóltslandsliðið áðrenn dystin móti Grønlandi
 
14.07.2013 - 19:30

Tað var ongantíð nakar ivi um, hvar sigurin fór. Føroysku kvinnurnar vóru munandi sterkari enn tær Grønlandi, sum annars hava givið Føroyum mótstøðu á øðrum Oyggjaleikum.

Føroyar vunnu greiðan 3-0 sigur. Settúrslitini vóru 25-8, 25-16 og 25-10.

Karina Debes segði aftan á dystin, at hon var sera nøgd við føroyska avrikið. Hon fegnaðist um tað góða spælið, tí undan dystinum høvdu tær fitt av nervum.

- Vit høvdu eina venjing í gjár har als einki riggaði. Tí er tað fantastiskt, at alt riggar tá tað skal rigga, segði Karina Debes aftan á dystin.

 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262

Meira um sama evni