ES fiskar makrel í Grønlandi

ES fiskar makrel í Grønlandi
Eitt skip hjá einum íslendskum felagi í Estlandi er komið til Grønlands á vísindaliga makrelveiðu
Ontika roynir hevur fingið makrelloyvi í Grønlandi sambært ES-avtalu.
 
02.08.2013 - 10:23

Íslendska blaðið Fiskifréttir skrivar, at Ontika, sum felagið Reyktal í Estlandi eigur, skal fiska makrel við Grønland.

Ontika fiskar eftir einari avtalu frá 1984 millum ES og Grønland um loyvi hjá ES-skipum at fiska í grønlendskum sjógvi.

Í avtaluni eru reglur um at kanna nýggj fiskasløg í grønlendskum sjógvi. Vísindafólk úr Estlandi eru við Ontika, og tey skulu kanna makrelin, sum skipið fiskar við Grønland.

Øvugt
Samstundis sum ES finst harðliga at Føroyum og Íslandi og hóttir londini við handilsforðingum, tí tey, sambært ES, hava givið sær sjálvum ov stórar makrelkvotur, hevur ES einki sagt um, at Grønland, sum ikki er við í samstarvinum hjá strandarlondunum um makrelin, hevur givið loyvi til at fiska 15.000 tons av makreli í grønlendskum sjógvi í ár, 3.000 tons meira enn í fjør.

Nú fiskar eitt skip úr Estlandi, sum er í ES, makrel við Grønland. Ontika hevur loyvi at fiska 1400 tons við Grønland.

Talan er um vísindaligan fiskiskap.

ES hevur annars ikki viljað verið við í vísindaligu kanningunum, sum fiskifrøðingar í Føroyum, Íslandi og Norra hvørt summar gera fyri at kanna makrelin á okkara leiðum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423