Gevast at senda ferðafólk til Egyptalands

Gevast at senda ferðafólk til Egyptalands
9.000 ferðafólk hjá Star Tour og Spies sleppa ikki til Egyptalands í hesum árinum
Donsk ferðafólk sleppa ikki at síggja pýramidurnar í Egyptlandi í hesum umfarinum
Mynd: DR  
 
26.08.2013 - 13:47

Ófriðurin í Egyptalandi hevur við sær, at donsku ferðaskrivstovurnar, Star Tour og Spies ,hava avlýst allar ferðir til Egyptalands, tað sum er eftir av árinum, skrivar Ritzau.

Tað ber í sær, at 2.000 ferðafólk, sum høvdu ætlað sær til Egyptalands við Star Tour, og 7.000 við Spies, noyðast at setast aftur.

Til tess at tryggja viðskiftafólkunum, at tey kortini sleppa at ferðast, fer Star Tour í staðin at bjóða teimum at fara til Tenerife hetta til januar, sigur sølustjórin, Stig Elling.

Danska uttanríkisráðið hevur ikki broytt vegleiðingina fyri at ferðast í Egyptalandi, har nógvur ófriður hevur verið seinastu vikurnar, og fleiri enn 1000 fólk hava latið lív.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Leygardag 24. oktober
Upp á tá - 231026
215309
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329