Flestu fjósini eru eldri enn 30 ár

Flestu fjósini eru eldri enn 30 ár
Ein greining vísir, at verða ikki munagóð stig tikin, verða enn fleiri mjólkarbøndur noyddir at gevast
Fyri at forða fyri, at mjólkarvinnan fer fyri bakka, hevur Fiskimálaráðið biðið løgtingið um 8,2 mió kr. í ár til bøndur at hoyggja fyri.
 
05.09.2013 - 07:54

Inntøkurnar eru smáar og rásarúmið lítið hjá mjólkarbøndrunum. Nógvir teirra eru hart kroystir fíggjarliga, og verandi gongd kann ikki halda fram. Tað var yvirskipaða niðurstøðan, tá grannskoðanarvirkið Arnason og Mortensen kannaðii roknskapirnar hjá mjólkarbøndrum fyri árini 2007 til 2011.

Fíggjarnevndin hevur fingið greiningina frá Fiskimálaráðnum, sum hevur biðið um pengar at lata bøndrum at hoyggja fyri. Sambært greiningini vóru úrslitini í miðal positiv øll fimm árini uttan í 2009.

Úrslitini versnað

Men við fáum undantøkum versnaðu úrslitini støðugt øll árini. Undantakið eru árini 2009 og 2010. Í 2009 var miðalúrslitið 15.000 kr. í halli. Í 2010 vóru í miðal 122.000 kr. í vinningi.

31 bøndur eru við í greiningini fyrstu fýra árini, men í 2011 vóru teir 27, tí nakrir góvust. Niðurstøðan, sum er skrivað 5.november í fjør, er tann, at skeiva gongdin viðvíkjandi úrslitunum  kann ikki halda fram. Av tí at rásarúmið er lítið og inntøkurnar smaár, má okkurt munagott henda skjótt, skulu ikki fleiri mjólkarbøndur verða noyddir at gevast.

Størri útreiðslur til fóður

Ein orsøk til skeivu gongdina eru størri og størri útreiðslur til fóður. Roknskapartølini vísa eisini, at fíggjarkostnaðirnir vuksu nógv frá 2007 til 2011. Hugt eigur at verða eftir, hvussu meira kann fáast burtur úr íløgunum, bæði í bygningar og amboð og maskinur.

Langfreistaða skuldin hjá mjólkarbøndrum er vaksin nógv seinastu árini. Verandi skuld er ein forðing fyri nýggjum íløgum. Arnason og Mortensen siga eisini, at ábendingar vóru um, at árið 2012 fór ikki at verða frægari enn 2011 hjá flestu bøndrum.

Tað vera tí framvegis nógvir bøndur, sum verða hart kroystir fíggjarliga. Sambært greiningini hjá Arnasoni og Mortensen eru bara sjey prosent av fjósunum í Føroyum yngri enn tíggju ár. 60 prosent eru eldri enn 30 ár. Og sambært Búnaðarstovuni lúka bara trý fjós framtíðarkrøvini til djóravælferð.

8,2 mió. í eykajáttan

Fyri at forða fyri, at mjólkarvinnan fer fyri bakka, hevur Fiskimálaráðið biðið løgtingið um 8,2 mió kr. í ár til bøndur at hoyggja fyri. Búnaðargrunnurin skal niðurlagast í seks ár, so tá avtornar vera góðar 24,7 milliónir í stuðli at hoyggja fyri. Pengarnir eru á kontuni hjá Royndarstøðini í Hoyvík og skulu flytast haðani. Fíggjarnevndin hevur fund um eykajáttanina í dag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 30. oktober
LEITISSTEIN 30.10.2026 (Eva Berghamar úr Kayak)
215666
Fríggjadag 30. oktober
Breddin: Valið í Ísrael og rúsevnaviðgerð
215647
Fríggjadag 30. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Benjamin Rajani
215639
Fríggjadag 30. oktober
RagnarRokk: Bülent Ceylan um B.L.N.T.
215051
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672
Fríggjadag 30. oktober
Dagur & vika - teknmálstulkað
215643
Fríggjadag 30. oktober
Veðrið
215674