Lars Olsen: Gunnar Nielsen verjir málið

Lars Olsen: Gunnar Nielsen verjir málið
Gunnar Nielsen kemur til Kasakstan í morgin, og hann verður í føroyska málinum, sigur landsliðsvenjarin, Lars Olsen
 
05.09.2013 - 14:56

Klokkan 06.00 í morgin, lokala tíð, kemur føroyski málverjin, Gunnar Nielsen, til Kasakstan.

Trupulleikar hava verið við visum, men sambært landsliðsvenjaranum, Lars Olsen, er hetta komið í rættlag.

-Gunnar Nielsen kemur til Kasakstan tíðliga í morgin. Hann skal eta og hvíla, og so vænti eg, at hann verður klárur til at spæla klokkan 21.00 lokala tíð, sigur Lars Olsen, landsliðsvenjari við Kringvarpið.

Dysturin millum Kasakstan og Føroyar byrjar klokkan 16.00 føroyska tíð. Sjónvarpið vísir dystin beinleiðis.

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329