Eingin semja um makrelin

Eingin semja um makrelin
ES og Norra hava longu lagt fram uppskot um, hvussu heildarkvotan skal býtast
Maria Damanaki, ES-fiskivinnukommisserur, sigur, at ES og Norra hava longu avtalað, sum hvussu heildarkvotan skal býtast
 
09.09.2013 - 07:53

Eingin semja fekst um makrelin á fundinum hjá strandarlondunum í Reykjavík. Londini hittast aftur 23. til 25.oktober í enn eianri roynd at loysa makreltrætuna, sum nú hevur vart í nøkur ár.

Ísland gav hinum strandarlondunum, Føroyum, Norra og ES, fundarboð. Fundurin í Reykjavík byrjaði leygarmorgurnin og helt fram fyrrapartin í gjár. Ísland vónar framvegis, at ES fer ikki at seta í gildi handilsforðingar móti makreli úr Íslandi, so leingi samráðingarnar eru ikki slitnaðar.

Fyri fundin í Reykjavík segði Maria Damanaki, ES-fiskivinnukommisserur, at ES og Norra hava longu lagt fram uppskot um, hvussu heildarkvotan skal býtast millum londini. ES og Norra bíða nú eftir svari úr Føroyum og Íslandi, segði Maria Damanaki.

Til reiðar at samráðast

Hon segði, at ES fer á fundin og er til reiðar at samráðast. Allir partar eiga at vera jaligir í samráðingunum, segði hon. At ein partur tekur stig, sum hinir partarnir ikki taka undir við, er ikki rætta leiðin, segði Maria Damanaki eisini.

Tá hon nevndi tiltøk, sum hini londini ikki taka undir við, sipaði hon til kvoturnar, sum Føroyar og Ísland hava ásett sær sjálvum, ikki til boykottið móti Føroyum. Føroyar og Ísland halda seg eiga meira makrel enn ES og Norra siga.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542