- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sea Shepherd aftur til Føroya

Um nakar heldur, at Paul Watson og djóraverndarfelagsskapurin Sea Shepherd hava gloymt alt um Føroyar og grindadráp eftir miseydnaðu ferðina til Føroya í 2011, sum mugu tey halda umaftur.
Heimasíðan hjá Sea Shepherd í Stórabretlandi hevur júst kunngjørt, at felagsskapurin ætlar sær aftur til Føroya komandi ár, fyri at leggja seg út í grindadráp í eini roynd at fáa føroyingar at gevast við at drepa grind.
Ses Shepherd fylgir væl við í føroyska grindadrápinum, tí allar grindirnar, ið eru hildnar til seinastu tveir mánaðirnar, eru beinleiðis orsøkin til, at Sea Shepherd kemur aftur til Føroya.
“1136 hval hava latið lív upp á einans 36 dagar orsaka av ómenniskjaligu framferðini hjá føroyingum. Eisini 430 springarar vórðu tiknir av døgum. Tí setir Sea Shepherd nú í verk eina nýggja herferð móti “Ræðuligu oyggjunum (Ferocious Isles),” stendur millum annað á heimasíðuni hjá Sea Shepherd í Stórabretlandi.
Sea Shepherd lovar, at herferðin GRINDSTOP 2014 verður tann mest víttfevnandi, málrættaða og langdrigna herferðin móti Føroyum og grindadrápinum higartil. Ætlanin er at vera í Føroyum í háárstíðini fyri grindadráp frá juni til september, stendur á heimasíðuni.
Stigtakarin til GRINDSTOP 2014-herferðina er Robert Read, umhvørvisgranskari og leiðari fyri Sea Shepherd í Stórabretlandi. Hvør leikluturin hjá Paul Watson verður stendur einki um.
Ætlanin hjá Sea Shepherd komandi ár er meinlík henni í 2011 og kann lesast á donskum á heimasíðuni hjá SEA SHEPHERD.


























