Fáa triðja Airbussin um mánaðarskiftið

Fáa triðja Airbussin um mánaðarskiftið
Samstundis sum Atlantsflog endurnýggjar flotan, verða gomlu flogførini seld
 
11.09.2013 - 15:50

Um mánaðarskiftið fær Atlantsflog enn eitt Airbus-flogfar í flotan.

Triði Airbussurin er leigaður frá einum leasing-felagi í Írlandi, og verður í løtuni málaður.

Magni Arge, stjóri í Atlantsflogi, sigur við Dimmalætting, at flogfarið skal bæði nýtast í Føroya-flúgvingini og at flúgva leiguferðir fyri onnur. Fyribils fer tað at flúgva fyri danska ferðavinnufelagið Atlantis.

Selja gomlu flogførini

Nú Atlantsflog fer at hava trý Airbus-flogfør, ætlar felagið at selja annað av teimum gomlu flogførunum, sum eru eftir í felagnum. Fyrr í ár seldi Atlantsflog eitt gomlu flogførunum til Kili, og kilenar hava víst áhuga fyri at ogna sær eitt afturat, sigur Magni Arge við Dimmalætting.

Væntandi verður sølusáttmáli gjørdur seinni í ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672