Neyðugt at umvæla røktarheimið alt fyri eitt

Neyðugt at umvæla røktarheimið alt fyri eitt
Landsstýriskvinnan í almannamálum biður um at sleppa at brúka hálva aðru millión kr. at umvæla til ellis- og røktarheimið í Vágum
Landsverk metir, at tað fer at kosta 33 mió. kr. at umvæla ellis- og røktarheimið í Vágum
 
11.09.2013 - 08:05

Støðan er so ring á Sýnini í Vágum, at neyðugt er at brúka hálva aðru millión til umvæling alt fyri eitt. Stundir eru ikki at bíða eftir heimildarlógini, verklagslógini, um høvuðsumvæling og heldur ikki eftir semju millum kommunurnar og Almannamálaráðið um umvælingina.

Fýra milliónir eru í fíggjarlógini fyri 2013 til at umvæla ellis og røktarheimið í Vágum, heimið á Sýnini. Men tær kunnu ikki brúkast fyrr enn heimildarlóg er samtykt í løgtinginum og kommunurnar og landið eru vorðin samd um, hvussu útreiðslurnar til stóru umvælingina skulu býtast.

Frágreiðing gjørd í summar

Men nú hevur landsstýriskvinnan í almannamálum biðið um at sleppa at brúka hálva aðru millión uttan um hesar treytirnar. Frágreiðing um átrokandi umvælingar er gjørd í juli, eftir at Arbeiðseftirlitið staðfesti sopp og kravdi, at viðurskiftini verða kannað alt fyri eitt.

Landsverk staðfesti í juli, at umvælingar eiga at verða gjørdar alt fyri eitt. Rýmingarleiðir skulu umvælast, og partur av tekjuni má skiftast, meðan veður enn er til slíkt arbeiði. Vánaligt luftskifti og soppur í køkinum krevja eisini umvælingar alt fyri eitt. Landsverk metir, at hetta kostar 1,5 mió. kr.

Tað fer samanumtikið at kosta 33 mió. kr. at umvæla ellis- og røktarheimið í Vágum sambært Landsverki.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
Nýtt ljóð
215223
Hósdag 22. oktober
Eitt korter við jazzi 22. oktober 2026
215211
Hósdag 22. oktober
Breddin: Føroysk hjálp til Ukraina
215198
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028