Innlendismálaráðið helst niðurlagt

Innlendismálaráðið helst niðurlagt
Hvørki Sambandsflokkurin ella Miðflokkurin hava hug at styrkja støðuna hjá Fólkaflokkinum í samgonguni við einum landsstýrissessi
 
12.09.2013 - 18:21

Alt bendir á, at Innlendismálaráðið verður niðurlagt og býtt sundur millum fleiri aðalráð. Samgonguflokkarnir hava fleiri dagar togast um landsstýrissessin hjá Kára P Højgaard, og nú sær út til at vera komið á mál. 

Tað skilst, at Sambandsflokkurin og Miðflokkurin hava verið mest heitir fyri at niðurleggja Innlendismálaráðið og býta málsøkini út millum hini aðalráðini. Hetta samsvarar eisini við útmeldingarnar hjá samgonguni, at tað skal rationaliserast í miðfyrisitingini. Men Fólkaflokkurin hevur strongt á fyri at varðveita Innlendismálaráðið og fyri at fáa landsstýrissessin, skilur kringvarpið. 

Og flokkurin setti rættiligan trumf á í dag, tá hann í dag boðaði frá, at hann hevði fingið uttanflokkatingmannin, Janus Rein, inn í tingbólkin. Tað vil siga, at nú hevur Fólkaflokkurin knappliga níggju tinglimir, meðan Sambandsflokkurin hevur átta.

Fólkaflokkurin ikki styrkjast

Men sambandsflokkurin og Miðflokkurin hava ongan hug at styrkja støðuna hjá Fólkaflokkinum við einum eyka landsstýrissessi. Kringvarpið skilur, at flokkarnir siga kortanei til at lata Fólkaflokkin fáa ein landsstýrissess aftrat. Og seinastu útmeldingarnar frá keldum hjá Kringvarpinum eru, at Innlendismálaráðið verður niðurlagt og málsøkini býtt millum verandi aðalráð.

Spurningurin er so, hvør fær hvat. Innlendismálaráðið umsitur lógarmál, kommunumál, náttúru- og umhvørvismál og so samferðslumál, tó ikki Strandferðsluna. Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, vil ikki gera viðmerkingar til málið. Hann sigur, at hann kemur við einari fráboðan í morgin, um hvat hendir við Innlendismálaráðnum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329