Berjabrekka 3 í søguna

Berjabrekka 3 í søguna
Sjálvsognarstovnurin skuldi gera 60 leiguíbúðir til fólk við serligum tørvi, men hann er nú niðurlagdur
Tórshavnar kommuna og Íbúðargrunnurin hjá Húsalánsgrunninum stovnaðu sjálvsognarstovnin Berjabrekku 3 í 2000
 
17.09.2013 - 08:15

Tórshavnar kommuna fekk góðar 1,8 milliónir krónur aftur, nú sjálvsognarstovnurin Berjabrekka 3 er niðurlagdur. Tórshavnar kommuna og Íbúðargrunnurin hjá Húsalánsgrunninum stovnaðu sjálvsognarstovnin Berjabrekku 3 í 2000.

Fyrst í apríl í ár samtykti nevndin at leggja niður sjálvsognarstovnin og rinda stovnarunum pengarnar aftur. Berjabrekka 3 skuldi gera 60 leiguíbúðir millum Berjabrekku og Blómubrekku til fólk við serligum tørvi.

Men vantandi lóggáva, sum skuldi gera slíka bygging lættari og bíligari, gjørdi, at ætlanin ongantíð varð framd í verki.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858