Beate L. Samuelsen í Vangamyndini

Beate L. Samuelsen í Vangamyndini
Vangamyndin í Degi&Viku í kvøld verður send úr Klaksvík, har fólkafundur er
 
20.09.2013 - 10:54

Hon vaks upp á gomlu Dimmu, har pápi hennara Georg. L. Samuelsen, var blaðstjóri í mong ár. Tað var ikki við hansara besta vilja, at Beate kom í læru sum journalistur á Dimmalætting.

Men hon var treisk, og slapp í læru. Men treytin var, at hon eisini fór á journalistháskúla. Beate skrivaði søgu sum fyrsti útbúni kvinnuligur journalistur í landinum. Øll síni arbeiðsár hevur hon starvast á Dimmalætting.

Í kvøld er Beate L. Samuelsen gestur í Vangamyndini, sum verður send úr Klaksvík, har fólkafundur er í hesum døgum.

Liljan Weihe er vertur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
RagnarRokk 22.oktober 2026
214664
Hósdag 22. oktober
Nýtt ljóð
215223
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053