- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ongin bjargingartyrla
Ongin bjargingartyrla
Bjargingartyrlan var sett í fyrrakvøldið, tí ein riva var komin í rotorhøvdið. Hin tyrlan er umbygd, og sleppur ikki á flog fyrr enn hon er góðkend

27.09.2013 - 08:49
Føroyar hava onga bjargingartyrlu í løtuni. Bjargingartyrlan var sett í fyrrakvøldið, tí ein riva var komin í rotor-høvdið.
Eykalutir eru bílagdir, men enn er óvist, nær teir koma til landið.
Hin tyrlan, sum eigur at vera til taks, er heldur ikki tøk.
Hon er umbygd, men sleppur ikki á flog fyrr enn hon hevur fingið góðkenningar frá flogmyndugleikunum.
Og tað kann taka langa tíð, sigur Edvard Bjarnason, settur leiðari fyri sjóbjargingarstøðina MRCC.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV

























