Sáttmálar úr gildi á midnátt mánakvøldið

Sáttmálar úr gildi á midnátt mánakvøldið
Sáttmálarnir sum fara úr gildi eru við átta feløg, men samráðingar eru við flestu feløgini
 
27.09.2013 - 12:30

Á midnátt mánakvøldið fara sáttmálarnir millum Lønardeildina hjá Fíggjarmálaráðnum og átta fakfeløg úr gildi. Nýggir sáttmálar eru ikki gjørdir enn, men samráðingar eru við flestu feløgini. Tey, sum hava sáttmála við landið til 1.oktober, eru pedagogar, lærarar, sjúkrarøktarfrøðingar, handverkarar, musikkskúlalærarar, arbeiðskvinnur, skipara- og navigatørar og maskinmeistarar.

14 fakfeløg hava sáttmála til 1.oktober í 2015, teirra millum tað størsta, Starvsmannafelagið.Lønardeildin sigur, at feløgini, sum nú samráðast, fáa ikki meira hetta til 1.oktober í 2015 enn hini feløgini hava fingið.

Tosa ikki um semingsfólk

Enn hevur eingin tosað um semingsfólk. Og eru nýggir sáttmálar ikki undirskrivaðir fyri midnátt 1.oktober, verður arbeitt eftir gomlu sáttmálunum til tað ber ella brestir í samráðingunum. Seming fer ikki at kosta pørtunum so nógv longur. Hon fer ikki at kosta nakað, tí nú er Semingstovnurin, sum er í fíggjarlógini, eisini fyri almenna arbeiðsmarknaðin.

Lønardeildin hevur trý fólk at samráðast við fakfeløgini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Fríggjadag 23. oktober
2. partur
215278
Fríggjadag 23. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Søren Manscher
215266
Fríggjadag 23. oktober
Breddin: Grøna orkuskiftið er steðgað upp
215263
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 23. oktober
Veðrið
215286
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101