Smyril aftur maskinbrek

Smyril aftur maskinbrek
Neyðugt verður at broyta ferðaætlanina í kvøld og í morginári
 
27.09.2013 - 17:25
Smyril hevur aftur fingið maskinbrek, og hetta hevur við sær, at skipið avlýsir nakrar túrar bæði í kvøld og í morginári.
 
Túrarnir av Havnini klokkan 18.30 og kl 21.00 av Krambatanga í kvøld verða ikki sigldir. Í staðin siglir Smyril klokkan 20 í kvøld av Havnini  á Krambatanga. Og túrurin av Havnini í morginári klokkan 7 verður ikki sigldur. Í staðin siglir Smyril klokkan 9.30 í morgin av Krambatanga.
 
Bygdaleiðir koyra í sambandi við broytingarnar.
 
Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum klokkan 18.
 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
RagnarRokk 22.oktober 2026
214664
Hósdag 22. oktober
Nýtt ljóð
215223
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053