Ung í Føroyum í november

Ung í Føroyum í november
Ungdómsmentanarstevnan, Ung í Føroyum 2013, verður í Norðurlandahúsinum í november. Hini árini hevur stevnan verið í februar
 
02.10.2013 - 14:46

Norðurlandahúsið hevur í nýggju ársskrá síni sett november til at vera ungdómsmánað.

Tí er ungdómsmentanarstevnan, Ung í Føroyum, sum vanliga hevur verið í februar, flutt til november.

Ung í Føroyum 2013 verður hildin fyri sjeyndu ferð í Norðurlandahúsinum vikuskiftið 15-17. novembur.

Tá ber til hjá 60 ungum, sum eru fylt 13, men ikki 19 ár fyri 1. novembur, at taka lut í verksmiðjum, har tey fáa møguleika at arbeiða við list og skapa síni egnu listaverk.

Eisini kunnu tey vísa fram egin verk, bæði á stóra pallinum og á myndlistaframsýning.

Seks ymiskar verksmiðjur vera, har dugnalig listafólk úr Føroyum og útlondum stíla fyri.

Stevnan er fyri øll ung, roynd sum óroynd, ið hava áhuga fyri mentan og list.

Tilmeldingin er talgild. Tekningarfreistin er 15. oktober og til ber at finna tekningarskjali á www.nlh.fo og www.ungiforoyum.info.

Stevnan er skipað sum ein lega, har øll gista, eta og arbeiða saman í tveir og ein hálvan dag.

Í august varð skipað fyri plakatkapping til tiltakið, og 9 sera ymisk og flott uppskot komu inn.

Uppskotið, ið 21 ára gamli Fríðbjartur Miðberg sendi inn, vann.

Øll plakatuppskotini verða við á framsýning vikuna áðrenn stevnuna.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. juli
Súrligt summar: Kom! Tosa!
194981
Leygardag 26. juli
Morgunlestur leygardagur 26. juli 2025
194849
Fríggjadag 25. juli
RagnarRokk: Alfio Annibalini um Stygian Waves
194129
Fríggjadag 25. juli
Morgunlestur fríggjadagur 25. juli 2025
194848
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 26. juli
Tíðir og tankar
194978
Fríggjadag 25. juli
Veðrið
194969
Hósdag 24. juli
Motorarnir og maðurin
194948
Mikudag 23. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
194872
Týsdag 22. juli
Veðrið
194844