Fleiri feløg samráðast um sáttmála

Fleiri feløg samráðast um sáttmála
Flestu sáttmálarnir fór úr gildi 1. oktober, og tað kann taka drúgva tíð, til komið er á mál
 
03.10.2013 - 11:35

Lønardeildin í Fíggjarmálaráðnum er í samráðingum við fleiri fakfeløg um nýggjan sáttmála fyri teir sum fóru úr gildi 1. oktober.

Átta feløg hava sagt sáttmálan upp, og skulu samráðast við Fíggjarmálaráðið.

Gongd er í samráðingunum við Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, og næsti fundur verður 24. oktober.

Samráðingarnar við handverkarafelagið byrja fyrsta dagin.

Samráðingarnar við Lærarafelagið eru byrjaðar, og í dag sita partarnir saman í fíggjarmálaráðnum.

Samráðingarnar við Føroya Musikklærarafelag eru eisini byrjaðar.

Pedagogfelagið fer aftur á fund í morgin, eftir at partarnir seinast í farnu viku fóru hvør til sítt, tí ósemja stakk seg upp. Partarnir vilja einki siga, soleingi samráðingar eru.

Samráðingarnar við Føroyar Skipara- og Navigatørfelag og Maskinmeistarafelagið eru eisini byrjaðar.

Havnar Arbeiðskvinnufelag hevur sagt sáttmálan um og tær samráðingarnar verða fyrsta dagin, sigur Súsanna Nolsøe, fulltrúi á lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Eitt korter við klassiskum
214756
Mikudag 14. oktober
Mono (1:4)
214735
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595