Strangari reglur fyri sóllampur

Strangari reglur fyri sóllampur
Ung undir 18 ár sleppa ikki at keypa sær tíð undir sóllampunum, men tær kunnu framvegis nýtast til viðgerð av sjúkum
 
03.10.2013 - 08:52

Á nýggjárinum verður forboðið at selja fólki, sum eru yngri enn 18 ár, solariumsól til kosmetiskt endamál, sum tað stendur í lógini.

Men loyvt verður framvegis at selja tíð undir sóllampum at viðgera sjúkur við. Ein solariumlóg er á veg í løgtingið.

Endamálið við lógini er at minka um heilsuvandar og heilsuskaðar, sum kunnu standast av at sóla sær í sólarlampuljósi.

Sambært lógaruppskotinum. sum er sent til hoyringar, er sól til kosmetiskt endamál solariumsól, sum hevur til endamáls at strála menniskju við ultraviolettari stráling, og sum í høvuðsheitum er ætlað at gera húðina brúna.

Millum annað í fyrstu føroysku krabbameinsætlanini frá 2009 verður mælt til forboð fyri at lata ung, yngri enn 18 ár, sleppa at brúka solarium.

Í nógvum londum er 18 ára aldursmark fyri sóllampum, millum annað í nøkrum Norðurlandalondum, Íslandi, Norra og Finnlandi.

Sambært lógaruppskotinum skulu støð, sum selja solariumsól til kosmetiskt endamál, vera mannað.

Lógin fer tí at hava við sær eykaútreiðslur hjá ómannaðum sólstovum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961