Ov fáir lærlingar í handverksvinnuni

Ov fáir lærlingar í handverksvinnuni
315 handverkslærupláss vóru í fjør. Árini 2006 til 2008 komu 380 nýggir handverkslærlingar um árið
 
07.10.2013 - 08:06

Nógvu føroysku handverkararnir, sum arbeiða í øðrum londum, gera, at handverksvinnan fær ikki tikið so nógvar lærlingar, tí so fáir sveinar eru í landinum. Tað sigur Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinna, sum hevur sett Bjørn Kalsø, landsstýrismanni, skrivligan fyrispurning um lærupláss.

Sambært Yrkisdeplinum vóru 315 handverkslærupláss í Føroyum 31.desember í fjør. Árini 2006 til 2008 komu 380 nýggir handverkslærlingar um árið. Síðani er talið farið niður í 200 um árið.

Reglugerðin broytast

Um politiska ynskið er at útvega fleiri lærupláss, er neyðugt, at landsstýrismaðurin vendir sær til Yrkisútbúgvingarráðið og yrkisnevndirnar fyri fáa reglugerðina um góðkenning av læruplássum broytta, so fleiri lærupláss kunnu skipast, heldur Eyðgunn Samuelsen.

Landsstýrið er varugt við trupulleikan. Og møguliga verður kravt av almennum stovnum í framtíðini, at teir taka lærlingar, segði Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, tá hann legði fram uppskotið um fíggjarlóg fyri 2014.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542