Russar kanna 10 virki í Føroyum

Russar kanna 10 virki í Føroyum
Nú ES-lond hava stongt sínar havnir fyri føroyskum skipum, leita føroyskir útflytarar eftir nýggjum marknaðum eystanfyri
Heilsufrøðiliga starvsstovan brúkar nógva orku til russisku eftirlitsvitjanina
 
08.10.2013 - 09:50

Russiskir veterinermyndugleikar eru í hesum døgum í Føroyum og kanna 10 føroysk virki, sum vilja sleppa at útflyta fisk og fiskaúrdrátt til Russlands, Hvítarusslands og Kazakstan.

Russisku myndugleikarnir hava góðkent umleið 30 føroyskar fyritøkur, men nú ES-lond hava stongt sínar havnir fyri føroyskum skipum, eru fleiri føroyskir útflytarar, sum leita sær nýggjar marknaðir eystanfyri.

Eru alla vikuna

Sambært Heilsufrøðiligu starvsstovuni eru russisku eftirlitsfólkini í Føroyum alla vikuna, og tíðin verður brúkt til eftirlitsvitjanir á virkjunum. Heilsufrøðiliga starvsstovan vil ikki siga, hvørji virkini eru, men talan er um verksmiðjuskip, virkir á landi og um úttflutning av bæði uppisjóvarfiski og aldum laksi.

Føroysk virki eru vanliga góðkend samsvarandi ES_matvørulóggávu. Russland hevur sína egnu veterinerlóggávu, og tí krevst serstøk góðkenning, um føroysk virki ætla sær at útflyta til stóru londini fyri eystan. Russland, Hvítarussland og Kazakstan hava undirskrivað eina tollsamgongu. Verða føroysk virki góðkend av russum,  kunnu tey eisini frítt útflyta til Hvítarusslands og Kazakstan.

Russar strangir

Russisku eftirlitsmyndugleikarnir eru tiltiknir strangir, og Heilsufrøðiliga starvsstovan brúkar nógva orku til regluligu russisku vitjanirnar. Tí onkuntíð gongur ikki so væl. Eftir eina eftirlitsvitjan í 2008 settu russar bann fyri øllum innflutningi av føroyskum fiski og fiskaúrdrátti.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Dansival 14. oktober 2026
214783
Mikudag 14. oktober
Vágskálin: Bersøgin og viljasterk kvinna
213902
Mikudag 14. oktober
Mono - 2. sending - 141026
214779
Mikudag 14. oktober
1. partur: Áðrenn og aftaná
214704
Mikudag 14. oktober
Eitt korter við klassiskum
214756
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595