Breddin

Breddin: Uttanríkisnevnd, Mykines og EIK-málið
25-02-2020

Føroyar, Danmark og Grønland skulu hava eina felags uttanríkispolitiska nevnd.

Tað heldur Ulrik Pram Gad, Ph.D í stjórnmálafrøði og lektari á Aarhus Universitet.

Um Danmark vil halda fast um ríkisfelagsskapin, má Danmark eisini broyta avgerðargrundarlagi í uttanríkispolitiskum avgerðum, sum viðvíkja Arktiska økinum, heldur Ulrik Pram Gad

Tíðirnar í politikki eru broyttar vísir lektarin á, og tí má Danmark legitimera avgerðir í arktiska økinum við støði ynskjum í Grønlandi og Føroyum,  og ikki longur einans taka avgerðir vegna Grønland og Føroyar.

Og júst hetta við at taka Føroyar og Grønland við í uttanríkispolitiskar avgerðir, var nakað, sum Mette Fredriksen legði dent á í setanarrøðuni í Fólkatinginum í oktober í fjør

 

Ov nógv ferðafólk vitja í Mykinesi og tí er neyðugt at gera okkurt. 

Tað eru flest allir partar í føroysku ferðavinnuni samd í, men júst hvat skal gerast eru fólk vanliga øgiliga ymisk á máli um. 

Men kanska fyri fyrstu ferð nakrantíð, hava fleiri føroyskir stovnar og ein kommuna funnið saman og gjørt eitt uppskot til hvussu eitt øki í landinum skal skipast í samband við ferðavinnuna.

Tað eru Visit Faroe Islands, Umhvørvisstovan, Sørvágs kommuna, Tjóðsavnið, Havstovan og Visit Vágar, ið saman hava latið úr hondum tilmælið Náttúruvernd, Fuglavernd og Ferðavinna í Mykinesi. 

Sum navnið bendir á, er talan um eina ætlan, sum í framtíðini skal skipa Mykines, so at atlit verður tikið til  ikki bara ferðavinnuna, men eisini náttúruna og fuglalívið á oynni. 

Og í álitinum kemur tíðiliga fram, at tað serliga er samanvevsturin av ferðafólkum og gongdin gjøgnum lundanlandið, ið er ein trupulleiki, ið má loysast. 

 

Taks hevði als ikki førleikar at meta um skattafrádráttin hjá EIK - tað vísir frágreiðingin hjá Bárði Larsen, sum varð almannakunngjørd hósdagin í síðstu viku. 

Men ikki nokk við tí - hóast stovnurin ikki hevði førleikarnar, leitaði man ikki eftir førleikum uttanfyri stovnin í fyrstu syftu. 

Hóast frágreiðingin hjá Bárði Larsen í fyrstu atløgu var afturhildin fyri almenninginum av Fíggjarmálaráðnum, er hon nú almannakunngjørd - næstan trý ár eftir, at hon var latin Fíggjarmálaráðnum. 

Frágreiðingin kastar ljós á viðgerðina hjá TAKS upp til fyrru avgerðina í 2015, sum staðfesti at EIK hevði rætt til ein frádrátt uppá 477 milliónir og aðru viðgerðina, sum førdi til at EIK ikki slapp at draga nakað frá kortini. 

Málið hevur ikki verið nóg væl upplýst hjá TAKS fyrru ferð er niðurstøðan hjá Bárði Larsen.

 

Luttakarar: Ulrik Pram Gad, Sjúrður Skaale, Høgni Hoydal, Jaspur Langgaard, Bill Justinussen, Jóhan Pauli Helgason og Janus Hansen.

 

 

Breddin

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, mikudag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.
Hava vit vant okkum við kríggið millum Hamas og Ísrael, verður spurt í sendingini. Og amerikanarar sleppa at velja millum Biden og Trump í heyst.
07-03-2024
Fosturtøka er politiskt tabu. Tað er ein niðurstøða í greinasavninum "abort - grundgevingar fyri rættin at velja sjálv". Samrøða við ritstjórarnar og politiskt kjak
05-03-2024
Hvat eru tað fyri virðismikil mineralir í føroysku undirgrundini, og reiðarafelagið fyri handilsskip sóknast eftir tvískattaavtalum
01-03-2024
Hvat er ein public service sáttmáli, og hví skulu vit hava ein?
29-02-2024
Gongd í haga
27-02-2024
Hvussu eru vit fyrireikað til kríggj og kreppustøður?
23-02-2024
Vesturheimurin sær Navalny sum ímyndina av fólkaræði, men hann var eisini ein umstríddur persónur - og í tvey ár hevur einki virksemi verið á Familjudeplinum
22-02-2024
Fólkaskúlin skal broytast - aðalorðaskifti verður í tinginum í dag
20-02-2024
Amerikanska forsetavalið
16-02-2024
Ein aljtóða grein um eina nýggja ístíð hevur vakt ans í her heima og í fleiri altjóða miðlum
15-02-2024
Valevnini til forfólkasessin í Føroya Pedagogfelag kjakast í útvarpsstovuni og Allan Sørensen hevur tað nýggjasta úr Ísrael
13-02-2024
Hvussu troyta vit best okkara møguleikar fyri ávirkan í Arktis?
09-02-2024