Breddin

Breddin
03-06-2020
Eik-málið, bústaðarmaknaðurin og tingmaður ella -kvinna

Eitt mál sum hevur verið framm í almenninginum í fleiri ár tykist nú at fáa ein enda. Talan er um skattamálið millum Eik Banka, í dag Betri Banka, og Taks. 

Ákærumyndileikin hjá løgregluni hevur kannað málið í trý ár, um tað grundarlag at reisa ákæru móti Betri Banka, tí eingi prógv eru fyri, at bankin hevur framt skattasvik.  

Eyðun Mørkøre, stjóri í Taks, og Bjørn á Heygum, advokatur, viðgera hvar málið liggur nú. 

Bústaðarmarknaðurin:
Tað gongur strilti at útvega fleiri leigubústaðir í Føroyum. Hetta merkja tey hjá Bústøðum, har 2665 fólk eru á bíðilista til ein bústað.

Samstundis er tað eisini vorði truplari hjá einstaklingum og familjum at keypa sær eini hús. 

Tí er tað alneyðugt við alternativum bústaðarmøguleikum, sigur áhugafelagið Búgva. 

Og í Vági royna tey nú eisini ein nýggjan leist, har kommunan er við í einari verkætlan at byggja lutaíbúðir.

Vit tosa við Dennis Holm, borgarstjóra í Vágs kommunu, Elin Hentze, forkvinnu í Búgva, og Fíu Selmu Nielsen, rakstrarleiðara í Betri banka.

Kvinna ella maður
§25 nevndin vil ikki broyta heitini fyri tingmenn og landsstýrismenn.

Í útvarpsstovuni at kjakast um tilmælið eru Jógvan á Lakjuni, tingformaður og formaður í §25 nevndini, Ingilín Strøm, næstforkvinna í nevndini, og Hervør Pálsdóttir og Frimodt Rasmussen, ið bæði eru limir í nevndini. 
 

Luttakarar: Bjørn á Heygum, Eyðun Mørkøre, Dennis Holm, Elin Hentze,  Fía Selma Nielsen, Jógvan á Lakjuni, Hervør Pálsdóttir, Frimodt Rasmussen og Ingilín Strøm.

Sendingina gjørdu Kaj Joensen, Hallur av Rana og Elin Mirjamsdóttir.

Hallur av Rana var redaktørur og Øssur Egholm teknikari. 
 

Breddin

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, mikudag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.
Hava vit vant okkum við kríggið millum Hamas og Ísrael, verður spurt í sendingini. Og amerikanarar sleppa at velja millum Biden og Trump í heyst.
07-03-2024
Fosturtøka er politiskt tabu. Tað er ein niðurstøða í greinasavninum "abort - grundgevingar fyri rættin at velja sjálv". Samrøða við ritstjórarnar og politiskt kjak
05-03-2024
Hvat eru tað fyri virðismikil mineralir í føroysku undirgrundini, og reiðarafelagið fyri handilsskip sóknast eftir tvískattaavtalum
01-03-2024
Hvat er ein public service sáttmáli, og hví skulu vit hava ein?
29-02-2024
Gongd í haga
27-02-2024
Hvussu eru vit fyrireikað til kríggj og kreppustøður?
23-02-2024
Vesturheimurin sær Navalny sum ímyndina av fólkaræði, men hann var eisini ein umstríddur persónur - og í tvey ár hevur einki virksemi verið á Familjudeplinum
22-02-2024
Fólkaskúlin skal broytast - aðalorðaskifti verður í tinginum í dag
20-02-2024
Amerikanska forsetavalið
16-02-2024
Ein aljtóða grein um eina nýggja ístíð hevur vakt ans í her heima og í fleiri altjóða miðlum
15-02-2024
Valevnini til forfólkasessin í Føroya Pedagogfelag kjakast í útvarpsstovuni og Allan Sørensen hevur tað nýggjasta úr Ísrael
13-02-2024
Hvussu troyta vit best okkara møguleikar fyri ávirkan í Arktis?
09-02-2024