Breddin

Eitt skot eftir í byrsuni
02-09-2020
Síðstu kjansurin at fáa kommunurnar at leggja saman er tá skúlaøkið skal leggjast út til tær at umsita, sigur Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri

Tá veljarin 10. november fer í valhølini at seta krossin í samband við kommunuvalið verður tað í 29 ymiskum kommunum. 

Og soleiðis hevur tað verið síðan 2012, tá borgararnir í gomlu Húsar kommunu fyri síðstu ferð fóru á val, áðrenn kommunan 1. januar 2017 legði saman við Klaksvíkar kommunu. 

Og nógv bendir á, at soleiðis verður tað eisini í 2024, tí síðstu árini hevur verið lítið og einki at frætt um kommunusamanleggingar. 

Men at spurningurin enn spøkir í politiski skipanini gjørdist greitt, tá Christian Andreasen, tingbólkaformaður hjá Fólkaflokkinum, undir viðgerðini av løgmansrøðuni á ólavsøku, mælti til at leggja kommunur saman - um neyðugt við lóg. 

Christian Andreasen fær stuðul frá Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóra í Runavíkar kommunu, sum heldur, at politisku myndugleikin hevur eitt skot eftir í byrsuni at fáa kommunurnar at leggja saman. 

Og tað er skúlaøkið, ið hann væntar fyrr ella seinni verður lagt út til kommunurnar at umsita. Og tá er upplagt at krevja, at kommurnar hava eina ávísa stødd.

Og Súsanna Olsen, námslektari í samfelagsvísindum, visir á, at royndirnar úr Danmark vísa, at kommunusamanleggingar hava roynst væl. 

Breddin

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, mikudag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.
Ein søgulig semja tvørtur um miðjuna. Tað bleiv sagt um semjuna um tøkugjøld. Men hvat merkir nýggja semjan fyri inntøkurnar hjá landinum? Og hví er hendan loysnin betur?
16-04-2024
Evnið í Breddanum er ætlanin hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum at lóggeva alt av fiskinum til lands. Kjak verður millum umboð fyri andstøðu og samgongu í Vinnunevndini
12-04-2024
Tvey evni vóru í sendingini.
11-04-2024
Fyri fyrstu ferð nakrantíð er norðurlandaráðsfundur í Føroyum. Breddin var við, tá tosa var um trygd og verju og støðu Føroya í Norðurlandaráðnum
09-04-2024
Hava rúsevni fingið fastatøkur í samfelagnum, og ger politiska skipanin nóg mikið at basa smuglingini, verður spurt í sendingini í dag
05-04-2024
Í sendingini í dag viðgera vit eisini Helsingfors-sáttmálan um Norðurlandaráðið, sum nú verður dagførdur
04-04-2024
Vit eru ikki samd um grunnleggjandi premissið og tað eyðkennir kjakið um fosturtøku
26-03-2024
Í juni skulu evropearar á val og sjáldsom steinsløg seta Arktis á alheims pallin
22-03-2024
Í sendingini greiðir kvinna frá, at hon trý ár eftir, at hon bað um hjúnaskilnað framvegis er gift og fíggjarliga heft at makanum
21-03-2024
Kjak er í útvarpsstovuni um førda fíggjarpolitikkin og javnstøðu, og so verður hugt at møguleikanum fyri kommunusamanlegging í Suðuroy
19-03-2024
Føroyar fingu í gjár á fyrsta sinni vitjan av toppinum í ES.
15-03-2024
Umleið 1.000 fólk og teirra familjur eru komin til Føroya gjøgnum snarskipanina, síðani hon var sett í verk í november 2021
14-03-2024