- Tíðindi, mentan og ítróttur
Breddin
Fyrsta formansumfar undan løgtingsvalinum 8. desember var í gjárkvøldið í sjónvarpinum, og vit fara at venda hesum saman við nøkrum politiskum eygleiðarum, hvussu teir ímynda sær, at valstríðið fer at vera.
Og so hevur Fólkaflokkurin fingið nýggjan formann, tí í gjárkvøldið var Beinir Johannesen valdur til formann í flokkinum. Hetta fara vit sjálvandi eisini at umrøða saman við eygleiðarunum.
Trupulleikin við sálarsjúku millum ung, sum eisini stríðast við misnýtslu, veksur alsamt. Tað sigur leiðarin á Herberginum í Havn og viðgerðarstovninum Frælsið á Eiði. Hann eftirlýsir meiri samstarvi millum almennar stovnar fyri at lofta hesum ungu, sum oftani mangla tak yvir høvdið. Tey eru kanska ikki so nógv í tali, men talið veksur spakuliga, og tað merkja tey á Herberginum í Havn.
Lagt til rættis: Krista Johnsdóttir Kreutzman, Birgit Carina Eliasen og Kári Mikkelsen, sum eisini var redaktørur.