- Tíðindi, mentan og ítróttur
Breddin
My AI er nýggi vinurin í telefonini hjá milliónum av børnum og ungum kring allan heim, sum brúka væl umtóktu appina Snapchat.
Men My AI er ikki ein persónur, tað er eitt vitlíki. Eitt vitlíki, sum vil hjálpa tær við alskyns spurningum.
Tí mugu børn og ung vera varin fyri hesum nýggja vini. Tað sigur Súsanna í Króki, SSP-ráðgevi.
Kampen om ytringsfriheden
Trygdarpolitikkur verður alsamt meira brúktur sum ein orsøk til at avmarka talufrælsi hjá borgarum.
Og tað er eitt argument, sum verður brúkt bæði av fólkaræðisligum stjórnum og einaveldum.
Vit hava hitt Heina í Skorini, ph.d. í altjóða viðurskiftum, til eina samrøðu um nýggju bókina Kampen om Ytringsfriheden.
Gestir: Jákup Brúsá, Súsanna í Króki og Heini í Skorini.
Gjørt sendingina hava Frants Jensen, Ruth Winther Poulsen og Hallur av Rana, sum er redaktørur.
Teknikari var Rúni Eysturlíð.