Breddin

Vápnahvíldin millum Ísrael og Hamas
28-11-2023
Tommy Petersen, sum í fleiri ár arbeiddi fyri hjálparfelagsskapin Danida í Ramallah, verður í útvarpsstovuni

Mest umtalaða vápnahvíldin í nýggjari tíð er nú longd tveir dagar aftrat.

Tað eru ísraelska stjórnin og Hamas komin ásamt um.

Longda freistin verður millum annað brúkt at lata leysar fleiri av gíslunum, sum Hamas tók 7. oktober, og palestinskar fangar í ísraelskum fongslum.

Men hvussu viðbrekin er vápnahvíldin, hvørji eru útlitini fyri einum varandi friði, og hvønn leiklut eigur alheims samfelagið at fáa frið í lag?

Tað eru nakrir av spurningunum, sum vit í dag viðgera saman við Tommy Petersen. Hann arbeiddi í fleiri ár fyri hjálparfelagsskapin Danida í Ramallah, har hann m.a. var ráðgevi hjá palestinsku stjórnini.

Áki Johansen, sendimaður Føroya í Ísrael, er somuleiðis beinleiðis við í sendingini.

 

Í sendingini: Tommy Petersen, Áki Johansen og Heini í Skorini.

Gjørt sendingina: Elin Winther Poulsen, Hallur av Rana og Birgit Carina Eliasen, sum var redaktørur.

Tøkningur: Rúni Eysturlíð.

Breddin

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, mikudag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.
Í sendingini í dag verður spurt, nær vit sum land kunnu avgera, at pláss ikki er fyri einum barni, men í staðin flyta tað til Danmarkar
20-09-2024
Eisini í Føroyum verður tvingsil ofta brúktur. Í fjør var hann brúktur 92 ferðir
19-09-2024
Fimti hvør føroyingur er berari av eini deyðiligari arvaligari sjúku. Vit spyrja um øll skulu fáa í boðið at verða kannaði
17-09-2024
Rektarin á Glasi sigur, at álitið á BUMR er skalað og nú er møguligt at granska í PKU kortunum
13-09-2024
Tað gerst alt meiri vanligt at valevni skifta flokk tá talan er um kommunuval - og hólmgongan hevði nógv at siga fyri Harris, men flytir ikki nógvar stemmur
12-09-2024
Eitt valevni til umboðsráðið gongur ímóti streyminum og vil taka umboðsráðið av
10-09-2024
Tvey evni vóru í sendingini í dag
06-09-2024
Tvey evni vóru í sendingini í dag
05-09-2024
Orðaskifti verður millum samgongu- og andstøðulimir í fíggjarnevndini
03-09-2024
Tvey evni eru í sendingini í dag
30-08-2024
Í sendingini verður ljós varpað á grein 6 í heimastýrislógini, sum fyrstu ferð verður brúkt at loysa trætu millum Danmark og Føroyar
29-08-2024
Langir bíðilistar í heilsuverkinum eru enn einaferð komnir á Breddan, nú forkvinnan í ADHD felagnum rópar varskó.
27-08-2024