- Tíðindi, mentan og ítróttur
Breddin
Í hesum døgum ganga 33 skúlanæmingar í fótafetunum hjá teimum tingfólkum, sum vanliga sita í tingsalinum.
Tey seta dagsskránna á tingi, smíðja lógaruppskot, gera nevndarinnkallingar og seta landsstýrisfólkunum spurningar.
Breddin hevur verið til staðar, og vit tosa við næmingar, lærarar, politikarar og fyrrvernadi ungdómstingfólk, sum í dag hava sæti á tingi.
Í sendingini eru samrøður við:
Henrik Old, tingmann og fyrrverandi landsstýrismann, sum hevur lagt uppskot fram, sum hevði røtur í ungdómstinginum,
Hervør Pállsdóttir, sum er tingkvinna í dag, og sum í 2012 var millum næmingarnar á ungdómstingi.
Mary Ann Zachariasen, lærara á Fuglafjarðar Skúla og næmingarnar: Jónatan Avni Joensen, Báraldur Nóløse, Martinson og Fríðu Briansdóttir Gjógvará
Claru Viktoriu Rakulardóttir við Skipá, Elin Bergtórudóttir, Hansinu Ólavsdóttir Hansen,