Breddin

Breddin: Kríggið í Ukraina og fólkaræði í Arktis
08-02-2024
Hómast nakar endi í krígnum í Ukraina og brúka føroyskir parlamentarikarar teir møguleikar, sum teir hava at gera sína ávirkan galdandi í Arktis

Nærum tvey ár eftir, at Russland gjørdi innrás í Ukraina halda bardagarnir fram við somu styrki.

Men hvussu standa partarnir í dag og hómast nakar endi á krígnum?

Vit tosa við Flemming Splidsboel Hansen, sum er serfrøðingur í trygdar,- og russiskum viðurskkftum á DIIS, sum er danski granskingarstovnurin fyri altjóða viðurskifti, um støðuna í Ukraina. 

Fólkaræði í Arktis
Sum nú er gagnnýta føroyskir politikarar ikki allar teir møguleikar, sum teir hava, til at gera sína ávirkan galdandi í arktiska økinum.

Tað verður staðfestir Hallbera West, ph.d. í stjórnmálafrøði, í nýggjari vísindarligari grein við heitinum "The Danish Realm in the Arctic" í tíðarritinum Regional & Federal Studies.

Gjørt sendingina hava Marjun Dalsgaard og Hallur av Rana, sum eisini var redaktørur.

Tøkningur var Kári Annand Berg.

Breddin

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, mikudag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.
Tvey evni eru í sendingini í dag
30-08-2024
Í sendingini verður ljós varpað á grein 6 í heimastýrislógini, sum fyrstu ferð verður brúkt at loysa trætu millum Danmark og Føroyar
29-08-2024
Langir bíðilistar í heilsuverkinum eru enn einaferð komnir á Breddan, nú forkvinnan í ADHD felagnum rópar varskó.
27-08-2024
Nýggj gransking vísir, at serliga heilsustarvsfólk eru fyri hóttandi atburði tá tey eru til arbeiðis
23-08-2024
Kamala Harris verður í hesum døgum formilga vald til forsetavalevnið og vit kaga eystur á hermóti í Ukraina
22-08-2024
Aftur í ár eru metnógv børn í serflokkum
20-08-2024
Tað er ringt at finna nakað at búgva í, um tú vil búseta teg á bygd, og enn verri at fáa lán til at byggja eini hús fyri, um tey eru uttanfyri miðstaðarøkið
14-06-2024
Høgravongurin vann stórsigur á ES-valinum, og tað hevði við sær, at Emmanuel Macron óvæntað hevur skrivað út val til tjóðartingið
13-06-2024
Tað eru fleiri trupulleikar við elbilum. Eitt nú er orkan ikki altíð grøn, vandamikil evni eru í battarínum og enn eru ongar reglur um burturbeining
11-06-2024
Skal tílgongdin av útlendskari arbeiðsmegi avmarkast? Tað spyrja vit landsstýrismannin um. ES snarar helst til høgru, vit tosa við sendikvinnuna í Bruxelles
07-06-2024
Podvarpið, Elians Sonur, hevur fingið sinnið í kók hjá fleiri, eftir at tað var sent sum útvarp - onnur hálova tí
04-06-2024
Eingin seming á hesum sinni - tað merkir helst fleri vikur aftrat. Vit tosa m.a. við Ingeborg Winther, sum finst at manglandi stuðuli frá handverkarafeløgunum
31-05-2024