Breddin

Breddin: Suðuroyartunnilin, Tunnilsfelagið og Landsverk
04-10-2024
Landsverk skal ikki blanda seg uppí arbeiðið við Suðuroyartunlinum, sigur Bjarni Hammer, limur í politiska fylgibólkinum. Landsverk er vegamyndugleiki sigur landsstýrismaðurin

Landsverk er farið út um sínar heimildir, tá stovnurin hevur biðið um eina trygdarmeting av loysnini hjá Tunnilsfelagnum.

Tað heldur Bjarni Hammer, sum sigur, at Landsverk ikki skal blanda seg uppí fyrireikingararbeiðið til Suðuroyartunnilin yvirhøvur

Hann hevur sett Dennisi Holm, landsstýrismanni fyrispurning - millum annað um, hvat kanningin hevur kostað, tí hann heldur at pengarnir eru brúktir í heimildarloysi.

Landsverk er vegamyndugleiki og skal sjálvandi kanna, hvat er galdandi, sigur Dennis Holm, landsstýrismaður í Samferðsumálum.

Men hvat snýr ósemjan seg um millum Tunnilsfelagið og Landsverk seg um? Tað er á Breddanum í dag.

Breddin

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, mikudag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.
Hvat kann gerast fyri at steðga fráflytingini úr Føroyum?
06-12-2024
Amnesty International leggur nú Ísrael undir at fremja fólkamorð í Gasageiranum
05-12-2024
Vísa tølini um fátakaváða røttu myndina í Føroyum
03-12-2024
Meðan vit mangla námsfrøðingar í Føroyum búgva fleiri føroyskir námsfrøðingar í Danmark. Og í morgin fara íslendingar á tjóðartingsval
29-11-2024
Í sendingini verður m.a. spurt, hvat hendi við arbeiðinum eftir Exit Føroyar-kjakið í 00'unum
28-11-2024
Tvey evni eru í sendingini í dag
26-11-2024
Hvussu skal nevndin arbeiða, og skulu vit yvirhøvur hava eina landsstýrismálanevnd, verður spurt í sendingini í dag
22-11-2024
Vit missa 20 prosent av teimum, sum fara av landinum at lesa - einans 5. hvør í 3. g ætlar at lesa í Føroyum
21-11-2024
Lógaruppskot er lagt fyri tingið, sum skal skilmarka krøv og rættindi hjá teimum, sum flyta til Føroya úr øðrum londum
19-11-2024
Hvat krevst fyri at vera ein góður borgarstjóri?
15-11-2024
Vit lodda dýpið í kommununum nú nøvn verða sett á borgarstjórastørvini
14-11-2024
Semja er skrivað um Suðuroyartunnilin, nýtt landsstýrisfólk er valt og samráðingar eru á almenna arbeiðsmarknaðinum
08-11-2024