Breddin

Breddin: Hava vit skyldu til at hjálpa í Aleppo?
21-12-2016
Trý fólk kjakast og reflektera um neyðstøðuna í Aleppo, tey viðgera týdningin av PISA-kanningum og venda at enda spurningum um jól

Ein sorgarleikur fer fram í Aleppo, har orð sum krígsbrotsverk, fólkamorð og holocaust vera nýtt um støðuna. Hava vit eina ábyrgd. Skulu vit hava ringa samvitsku. Og hava vit skyldu at hjálpa.

Úrslitini frá PISA-kanningunum settu aftur fólkaskúlan á breddan. Hvat hvat skulu vit brúka slíkar kanningar til. Ber tað til at samanbera næmingar yvir landamørk. Og er tað rætt at leggja skúlan til rættis eftir slíkum royndum.

Jólini eru gleðishátíð, men tey eru eisini nýtsluhátíð. Vit venda nøkrum spurningum um jólagleði og sorg.

Í útvarpsstovuni kjakast Helgi Rasmussen, sálarfrøðingur, Marna Jacobsen, ritstjóri, og Sigri Gaini, cand. pæd. í filosofi.

Breddin

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, mikudag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.
Longu 1. september í ár hevði Kvinnuhúsið fingið eins nógvar áheitanir, sum komu alt árið í fjør
01-12-2023
Norðurlendsku felagsskapirnar hjá teimum, ið bera brek, koma nú við einari áminning á politikararnar
30-11-2023
Tørvurin á sálarhjálp veksur støðugt, men góðar royndir eru við at bjóða næmingum hjálp í skúlanum
29-11-2023
Tommy Petersen, sum í fleiri ár arbeiddi fyri hjálparfelagsskapin Danida í Ramallah, verður í útvarpsstovuni
28-11-2023
Hvussu fyrireika vit okkara børn til talgilda samfelagið við skili?
24-11-2023
Kjakið um suðuroyartunnilin er kyknað aftur
23-11-2023
Tøkugjaldið skal leggjast um til partafelagsskatt og uttanlandsnevnin eigur at fáa víkaðar heimildir, halda politikarar
22-11-2023
Menn liva styttri enn kvinnur og hava verri heilsu. Altjóða mannfólkadagur var sunnudagin, vit viðgera tí menn og javnstøðu
21-11-2023
Vit spyrja heimspekingin Jógvan D. Hansen og Heina í Skorini, nær eitt mótálop er proportionelt rættvíst og um friður er at hóma
17-11-2023
Sjúkrarøktarfrøðingar hava hótt við at rýma úr fakinum og av landinum at arbeiða. Vit hyggja uppá semjuna og um hóttanin nú er av.
16-11-2023
Í Breddanum er politiskt kjak um framtíðina hjá KvF og landsstýrismaðurin í vinnumálum svarar uppá, hví hann letur tað upp til vinnunevndina at broyta tøkugjaldið
15-11-2023
Løgmaður hevur gjørt av, at vit skulu undir samráðingar við Russland um Barentshavið hóast hansara egni flokkur er ímóti tí.
14-11-2023