- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hetta heilaga evangeliið skrivar
Til trettanda sunnudag eftir tríeindardag skrivar Matteus kap.20, 20-28
Onnur tekstarøð
Sebedeussynirnir biðja um heiðurssess
v20: Tá kom fram til hansara móðirin at Sebedeussonunum við sonum sínum, og hon fell á knæ fyri honum og bað hann um nakað.
v21: Men hann segði við hana: «Hvat vilt tú?» Hon sigur við hann: «Sig, at hesir báðir synir mínir mega sita, annar við høgru lið og annar við vinstru lið á tær í ríki tínum!»
v22: Men Jesus svaraði og segði: «Tit vita ikki, hvat tit biðja um. Kunnu tit tøma ta skál, sum eg skal tøma?» Teir siga við hann: «Tað kunnu vit.»
v23: Hann sigur við teir: «Skál mína skulu tit tøma; men at sita við høgru og vinstru lið mína, tað er ikki í mínum valdi at geva; men tað verður givið teimum, ið tað er lagað av faðir mínum.»
v24: Men tá ið teir tíggju hoyrdu hetta, ilskaðust teir inn á báðar brøðurnar.
v25: Men Jesus kallaði teir til sín og segði: «Tit vita, at høvdingarnir yvir fólkaflokkunum eiga valdið á teimum, og stórmenn teirra hava á teimum ráð.
v26: Men so skal ikki vera tykkara millum, men tann, ið vil vera stórur tykkara millum, hann skal vera tænari tykkara;
v27: og tann, ið vil vera fremstur tykkara millum, hann skal vera trælur tykkara.
v28: Eins og menniskjusonurin ikki er komin at verða tænaður, men at tæna og geva lív sítt sum loysigjald fyri mong.»