Yvir 500 skylda vegskatt

Yvir 500 skylda vegskatt
Akstovan hevur biðið løgregluna taka nummarspjøldrini á akførunum
Akstovan hevur í dag latið politinum 541 mál um eftirstøður, og biðið løgregluna taka nummarspjøldrini av akførum
Mynd: Tilvildarlig savnsmynd  
 
01.10.2013 - 15:32

Samstundis sum fleiri bilar verða seldir, so økist talið av teimum sum ikki rinda vegskattin til tíðina.

Akstovan hevur í dag latið politistøðunum kring landið 541 mál um eftirstøður, og biðið løgregluna taka nummarspjøldrini av akførum, sum enn ikki hava goldið vegskatt fyri seinna hálvár 2013.

Tað eru 68 fleiri enn í fjør, tá 473 nummarspjøldur skuldu klippast.

Kann eigarin av akfarinum ikki vísa kvittan fyri goldna vegskattaeftirstøðu tekur politiið nummarspjøldrini av akfarinum.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV