Fiskiveiðieftirlitið: Eingin verður meldaður

Fiskiveiðieftirlitið: Eingin verður meldaður
Fráboðanir um landingar fyri hálva milliard krónur vórðu ikki latnar Fiskiveiðieftirlitinum, sum hótti við fútanum
Elmar Højgaard er stjóri á Fiskiveiðieftirlitinum
 
14.10.2013 - 10:56

Fiskiveiðieftirlitið fer ongan at melda í hesum umfarinum fyri ikki at boða frá landingum og avreiðingum. Tað sigur Elmar Højgaard, stjóri. Næst seinasta fríggjadag hótti Fiskiveiðieftirlitið við fútanum, tí fráboðanir fyri yvir hálva milliard krónur í landingum og avreiðingum vóru ikki komnar.

Boðini vóru greið: nú fekk vinnan eina viku at avgreiða fráboðanirnar, annars vórðu brotina á kunngerðina latin fútanum. Sambært kunngerð, sum kom í mai í fjør, skulu virki, sum keypa fisk, boða Fiskiveiðieftirlitinum frá við telduboðum, hvat avreiðingarvirðið er. Tá landað verður uttanlands, skal skipið boða frá.

Elmar Højgaard sigur í dag, at tað verður ikki neyðugt at melda nakran í hesum umfarinum. Á heimasíðuni gjørdi Fiskiveiðieftirlitið eisini greitt, at í framtíðini verða brotini á kunngerðina uttan ávaring latin fútanum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Mánadag 10. august
RagnarRokk Adrian Tobar um Forever Feared
209150
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558