Samráðast um svartkjaft í dag

Samráðast um svartkjaft í dag
Sambært tilmælinum frá ICES fáa ICES 228.000 tons av svartkjafti næsta ár
 
14.10.2013 - 07:35

Nú fara strandarlondini at samráðast um, hvussu uppsjóvarfiskurin skal býtast millum londini næsta ár. Byrjað verður fyrrapartin í dag við svartkjaftinum. Samráðingarnar um svartkjaft eru til mikudagin. Fiskifrøðingarnir í ICES halda, at heildarkvotan í 2014 kann vera 950.000 tons. Sambært avtalu millum strandarlondini frá 2005 eiga Føroyar 26,1 prosent av kvotuni.

Sambært tí fáa Føroyar 228.000 tons av svartkjafti næsta ár. Í ár er føroyska kvotan 155.000 tons. Fiskiskapurin eftir svartkjafti hevur verið lítil seinastu árini. Samstundis hevur tilgongdin verið góð. Hetta ger, at stóra niðurgongdin í stovninum, sum var síðani 2004, er steðgað. Svartkjaftastovnurin er nú í støðugari menning, sigur ICES.

Kann hækka 64 prosent

ICES heldur eisini, at makrelkvotan næsta ár kann hækka 64 prosent, men sildakvotan má minka 32 prosent. Strandarlondini eru framvegis ikki samd um makrel og sild, so enn er óvíst, hvussu nógvan makrel og hvussu nógva sild, føroyingar hava næsta ár. Samráðingarnar um sildina byrja mikudagin.

Tríggir dagar eru settir av. Mikudagin í næstu viku verður so farið í holt við makrelin. Allir fundirnir vera á skrivstovuni hjá NEAFC í London.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Dansival 14. oktober 2026
214783
Mikudag 14. oktober
Vágskálin: Bersøgin og viljasterk kvinna
213902
Mikudag 14. oktober
Mono - 2. sending - 141026
214779
Mikudag 14. oktober
1. partur: Áðrenn og aftaná
214704
Mikudag 14. oktober
Eitt korter við klassiskum
214756
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595