Herverk á 10 neyðljós í Trøllanestunlinum

Herverk á 10 neyðljós í Trøllanestunlinum
Landsverk hevur meldað herverkið til løgregluna. Fleiri herverk hava verið í tunlunum seinastu árini
Neyðljósini í tunlunum fáa ikki frið
 
16.10.2013 - 14:06

Í síðstu viku varð herverk framt á 10 av neyðljósunum, sum eru fest í veggin í Trøllanestunlinum, átta í sjálvum tunlinum og tvey í tunnilsarminum út í Djúpadal.

Tað upplýsir Landsverk, sum hevur meldað tilburðin til løgregluna.

Tað er sera óheppið, at ljósini ikki fáa frið, tí tey hava til endamáls at betra um trygdina í tunlunum, sigur Landsverk. 

Fleiri herverk

Fleiri herverk eru framd í tunlum seinastu árini.

Seinast, herverk varð framt á tunnilsútgerð, var í juli í 2011, tá skelti í Árnafjarðartunlinum og Hvannasundstunlinum ikki fingu frið. Frammanundan varð eisini herverk framt á ljósskipanina í Gásadalstunlinum og Hovstunlinum, eins og sløkkiútgerðina í Leynatunlinum og Norðskálatunlinum. Hetta var í 2009 og 2010.

Eisini hesir tilburðir vórðu meldaðir til løgregluna

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891