Løgreglan flytur í bingjur í Hoyvík

Løgreglan flytur í bingjur í Hoyvík
Blámusoppur noyðir politiið í høvuðsstaðnum at flyta fyri aðru ferð seinastu árini
 
16.10.2013 - 08:58

Næsta summar flytur løgreglan í Havn úr bygninginum Yviri við Strond og inn í fyribils bygningar, sum verða settir upp við Karlamagnusarbreyt í Hoyvík. Politistøðin verður í trimum hæddum, og verður sett saman av bingjum á einum øki, sum løgreglan ætlandi skal leiga frá Tórshavnar kommunu. Tað upplýsti Dagur & Vika í gjár.

Løgreglan í Havn hevur í tveimum førum verið rakt av blámusoppi. Fyrst í gomlu bygningunum í Jónas Broncksgøtu og síðan Yviri við Strond. Løgreglan hevur seinastu tíðina roynt at finna høli í Havn til leigu, men tað eydnaðist ikki, so nú verður arbeitt við at seta upp fyribils løgreglustøð í Hoyvík.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. februar
EM-tíðindi - 1. feb 2026
203550
Sunnudag 1. februar
Ættirnar syngja og suða
203544
Sunnudag 1. februar
Bolero
203545
Sunnudag 1. februar
Gudstænasta í Sjóvar kirkju
203546
Sunnudag 1. februar
Akademia: Umhvørvisetikkur
203519
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. februar
Møti umborð á Ango
203563
Sunnudag 1. februar
Andakt
203561
Fríggjadag 30. januar
Veðrið
203507
Hósdag 29. januar
Anna Maria 1807
203450